Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu landa sild í Skotlandi og Noregi Finnur Fríði kom í gjárkvøldið til Peterhead í Skotlandi við umleið 800 tonsum av sild, sum teir høvdu fingið í íslendskum sjógvi nær við markið við Jan Mayen.
Tróndur í Gøtu mynstraði hevur roynt á somu leið, og teir komu til Måløy í Noregi í morgun við umleið 450 tonsum av sild.
Væntandi fer alt til matna, og Tróndur í Gøtu fær 2,60 norskar krónur fyri kilo.
Kelda: Vinnan