Hetta varð m.a. gjørt við at skifta búmerki, so tað liggur tættari upp at samleikanum hjá móðurfelagnum Eik Banka. Nýggi samleikin umfatar eisini heimasíðuna, sum hevur fingið nýggjan ham og nýggjar tænastur.
Móttøkan byrjaði við, at Hannalena Mittún, stjóri, beyð vælkomin, síðani greiddi Bjarni Olsen, stjóri í móðirfelagnum, Eik, frá húsameklarafelagnum, umframt at Bergur Godtfred frá Inni greiddi frá heimasíðuni við nýggja búmerkinum.
Meklaravirkið P/F Inni er eitt sjálvstøðugt partafelag í samtakinum hjá P/F Eik Banka og umboðar í dag umleið helvtina av øllum marknaðinum og hevur støðugt millum 80 og 120 ognir á sølulista.










