Inni keypir Sethúsasøluna

Húsameklarafelagið P/F Inni hevur styrkt støðu sína á føroyska marknaðinum við at keypa Sethúsasøluna Sp/f

- Kappingin á føroyska bústaðamarknaðinum er herd, og tí hevur Føroya størsti húsameklari, P/F Inni, gjørt av at styrkja støðu sína á marknaðinum við einum strategiskum uppkeypi.

Tað sigur Marner Jacobsen, nevndarformaður í P/F Inni, í sambandi við, at P/F Inni við virknaði frá í dag hevur keypt Sethúsasøluna Sp/f.

Við at leggja fyritøkurnar saman fáast synergiir burturúr, ið bæði eru til fyrimuns fyri kundarnar og fyritøkurnar báðar. Bæði Inni og Sethúsasølan hava virksemi kring alt landið. Inni hevur søluskrivstovur í Havn, Saltangará og Klaksvík, og Sethúsasølan hevur søluskrivstovu í Havn.

Í sambandi við keypið av Sethúsasøluni er avtalað, at stjórin í Sethúsasøluni, Hannelena Mittún, heldur fram sum stjóri í P/F Inni. Hon hevur verið eigari og stjóri í Sethúsasøluni síðani 2004.

Jónsvein Mortensen, sum hevur verið stjóri í Inni síðani stovnanina í 1998, heldur fram sum ein av berandi kreftunum í felagnum.

Inni varð stovnað í 1998 og hevur ment seg væl øll árini undir leiðslu av Jónsvein Mortensen. Í dag starvast 6 fólk í Inni, sum hevur ein munandi part av føroyska bústaðamarknaðinum.