Fótbóltstøkni
Nýggi fótbólturin, sum kann fáa sín elddóp í komandi HM-endaspælinum, er úrslit av samstarvi millum tríggjar fyritøkur. Adidas-Salomon, Cairos Technologies og Fraunhofer-Institut.
Í stuttum er talan um, at ein lítil dátuflís verður fastgjørd inni í sjálvum bóltinum. Her verður hin hildin føst við nøkrum fjaðrum, soleiðis at hon alla tíðina hongur mitt í sjálvum bóltinum. Dátuflísin sendir soleiðis eitt signal, sum ger, at 12 antennur, ið verða uppsettar kring vøllin, alla tíðina kunnu staðfesta, júst hvar bólturin er. Júst á sama hátt, sum ein vanlig GPS-skipan virkar.
Í fyrstu atløgu skal nýggja tøknin hjálpa til, tá avgerð skal takast um, hvørt bólturin hevur verið innan fyri málstrikuna ella ikki, men hon kann tó eisini nýtast til onnur endamál. Eitt nú, um gerast skal av, hvørt talan er um innkast ella ikki. Og í framtíðini kann eisini roknast við, at hendan kann samvirka við líknandi telduflís í beinverjuni hjá spælarunum, soleiðis at hagtalsskipanir av ymsum slag kunnu gerast enn meira neyvar.
Higartil er nýggja tøknin roynd á leikvøllinum hjá Nürnberg í Týsklandi og í eini kapping í Peru. Úrslitini av royndunum hava verið somikið góð, og tí siga framleiðararnir, at hon væl kann takast í nýtslu til komandi HM-endaspæl. Enn hevur FIFA tó ikki gjørt av, hvørt teir fara at nýta tøknina longu nú.