Innflytingardagur á Biskupstorgi

Leigarar funnir til allar 30 íbúðirnar á Biskupstorgi í Klaksvík. Tey fyrstu eru longu flutt inn, og í dag og komandi dagarnar flyta restin av leigarunum inn í íbúðirnar.

130 vístu áhuga at sleppa at leiga á Biskupstorgi. Tey, sum stóðu fremst á bíðilistanum, fingu fyrst tilboðið at leiga. Ikki øll tóku av, men so fingu tey næstu á listanum tilboðið.

– Nøkur og 70 fingu tilboð, áðrenn vit høvdu fingið leigarar til allar íbúðirnar, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.

Almannaverkið leigar seks av íbúðunum, og har flyta fólk eisini inn. 

Íbúðirnar eru frá 72 til 143 fermetrar til støddar, og leiguprísurin er frá 5.600 til 10.900 krónur um mánaðin.

Tríggjar íbúðir í Hvannasundi eru eisini útlutaðar, og har flyta fólk inn hálvan mai.

Næsta útluting hjá Bústøðum verður um ein mánað, tá ið 38 íbúðir í Mattalág í Havn verða latnar teimum, sum skulu leiga tær.