Innflytarar venda heimaftur

Tøl hjá Donsku Flóttafólkahjálpini vísa, at støðugt fleiri flóttafólk og innflytarar, sum koma til Danmarkar, venda sjálvboðin heimaftur, tá tey fara at eldast. Hagtølini vísa, at í fjør fluttu 613 fólk. Í 2010 var talið 370. Í hagtølunum sæst eisini, at tveir triðingar av teimum, sum vendu aftur til heimlandið, vóru pensjonistar.

-Tað eru serliga eldri turkar, serbar og fólk úr Bosnia, sum venda heimaftur. Tey greiða frá, at tey vilja fegin gerast gomul í heimlandinum, har tey hava skyldfólk og ikki kenna seg so einsamøll, sigur Vagn Klim Larsen hjá Donsku Flóttafólkahjálpini við DR.

Eitt flóttafólk ella ein innflytari, sum ger av at fara aftur til sítt heimland, fær 123.299 krónur frá danska statinum til at byrja eitt nýtt lív við. Harafturat kunnu fólk fáa hjálp til ferðaútreiðslurnar.