Í fjør innfluttu vit 2136 akfør 10 teir fyrstu mánaðirnar av árinum.
Í ár er hetta tal vaksið til 2343. Tað eru tilsamans 207 akfør fleiri ella 9,69 prosent. Størsti vøksrurin er í persónbilum, har 181 fleiri eru skrásettir fyrstu 10 mánaðirnar í ár.
Hyggja vit bert eftir oktober, so er innflutningur minkaður úr 232 akførum til 183 í oktober í ár. Serliga eru tað fgærri persónbilar innfluttir í oktober. Heili 40 færri enn í oktober í fjør.