Innflyta framvegis nógv húsarhaldstól

Hóast gerandisdagurin hjá fólki er vorðin dýrari, er innflutningurin av húsarhaldsvørum ikki minkaður Tað vísa tey seinastu hagtøluni hjá Hagstovu Føroya.

Eftir teimum var innflutningurin fyrra hálvár tvær milliardir og 531 milliónir krónur. Tað eru 107 milliónir meiri enn fyrra hálvár í fjør.

Taka við skipini við er innflutningurin tó tvey prosent minni enn í fjør. Støðugt hækkandi oljuprísurin sæst aftur í føroysku innflutningstølunum. Vit innfluttu brennievni fyri 100 milliónir meira í ár enn í fjør.

Hagstovan heldur tað vera merkisvert, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu hjá húsarhaldinum er ikki minkaður, men heldur vaksin eitt lítið vet, tó bara eitt prosent.

Influtningurin av bilum er heldur ikki minkaður nógv, bara átta prosent, sigur Hagstovan.