Hagtøl frá Akstovuni vísa, at innflutningurin av brúktum akførum var 19 prosent hægri í ár enn í fjør.
Í ár hava føroyingar innflutt 280 brúkt akfør í mun til 236 í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 18,6 prosent.
Í høvuðsheitum er tað persónbilar, ið verða innfluttir. 81 persónbilar vóru innfluttir í ár, tað eru 12 fleiri enn í fjør.
Harnæst hava vit innflutt 57 kampingvognar í ár, sum er 9 færri enn í fjør. Eisini eru 34 viðfestisvognar og 33 lastbilar innfluttir í ár. Í fjør vóru tað ávikavist 19 og 20.
Nógv fleiri brúkt prutl eru innflutt í ár. Í fjør innfluttu føroyingar trý brúkt prutl, meðan talið í ár er voksið til 13. Hýruvognaflotin sær eisini út til at uppliva eina partvísa endurnýgging. Fimm brúktir hýruvognar vóru fluttir til landið í ár, í mun til ein í fjør.
Og til seinast, so veksur flotin av ellisakførum alsamt. Meðan 11 ellisakfør vóru innflutt í fjør, vórðu 10 slík innflutt í ár so samlaða talið veksur støðugt.










