Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at føroyingar fyrra hálvár í ár innflyta færri brúkt akfør, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Samlað er talan um eina lækkan úr 157 brúktum innfluttum akførum fyrra hálvár í fjør til 107 í ár, ein lækkan á 50 akfør ella góð 32 prosent.
Serliga er tað færri brúktir kampingvognar, sum eru innfluttir í ár. Meðan vit fyrra hálvár í fjør innfluttu 42 brúktar kampingvognar, er talið í ár einans 12, ein minking á 71 prosent.
Vit innflyta tó eisini færri av øðrum akførum, so sum persónbilum, ein lækking á 14 prosent og viðfestisvognum, ein lækking á 43 prosent.