Innfluttu fyri út við 5 milliardir í 2008

Fyribils uppgerðin av innflutninginum í 2008 er nú liðug, og har síggja vit, at innflutningsvirðið er minkað 6% samanborið við 2007. Um vit ikki rokna skip og flogfør við, innfluttu vit 2% minni enn árið fyri.

Tað er bert innflutningsvirðið av brennievni, sum er vaksið munandi í fjør. Virðið av innflutta brennievninum fór upp um 1 mia. ein vøkstur uppá 21%. Tað var høgi oljuprísurin, sum var orsøkin til henda vøkstur, og um prísurin ikki var lækkaður munandi út á heystið, hevði økingin verið munandi størri.

Alivinnan hevur nýtt munandi minni innflutt fóður í 2008. Innflutt varð fyri 21 mió. av alifóðri í 2008 móti 59 mió í 2007. Samanbera vit longur aftur í tíðina, er minkingin enn størri, og í 2001 varð innflutt fyri útvið 300 mió. av alifóðri. Sostatt verður størsti parturin av fóðrinum, sum alivinnan brúkar í dag, framleitt í Føroyum. Tað forklárar eisini ein part av tí minking, sum hevur verið í útflutningi av uppisjóvarfiski og alifóðri í 2008.

Annars sæst minkandi innflutningur í flestu bólkum, størst minking í innflutningi av skipum og flogførum, men eisini innflutningur av akførum, maskinum og amboðum og tilfari til byggivinnuna er minkað nógv, skrivar Hagstovan.