Innfluttu fyri 4,6 miljardir í fjør

Í fjør var okkara innflutningur 150 miljónir størri enn hann var í 2005. Tað er ein vøkstur upp á meiri enn 3%

Í fjør innflutti føroyingar fyri heilar 4,6 milliardir.

Tað vísir ein nýggj uppgerð, sum Hagstovan í dag almannakunngerð á heimasíðuni.

Sostatt var innflutningurin í fjør 150 milliónir størri enn í 2005 og tað er ein vøkstur upp á stívliga 3%.

Men her er vert at leggja til merkis, at tá ið skip ikki verða tald við, er vøksturin nógv størri. Tá ið skip ikki verða tald við, er innflutningurin heilar 800 miljónir størri í 2006 enn hann var í 2005. Í prosentum var vøksturin heili 22% og tað er næst størti seinastu nógvu árini. Í 2000 vaks innflutningurin 23%, tá ið skip ikki verða tald við.

Hagstovan sigur, at í fjør varð meiri innflutt av øllum vørubólkum, men serliga eru nógvir bilar innfluttir, men eisini nógvar maskinur og nógv amboð.

Minsti vøksturin var í innflutningi til beinleiðis nýtslu í húsarhaldinum. Sostatt vaks innflutningurin av mati einans 6% og innflutningurin av klæðum bara 7%.

Eftir teimum tølum, sum Hagstovan hevur í løtuni er væntandi, at útflutningurin var 3,8 milliardir í fjør.

Hetta gevur eitt hall í vøruhandlinum við onnur lond í 2006 upp á 800 miljónir.

Í 2005 var hallið á handilsjavnanum um 900 miljónir. Tá stavaði meginparturin av handilsjavnahallinum frá stórum skipakeypum, men í 2006 var beint øvugt tí tá stavaði hallið frá øllum øðrum vørubólkum enn skipum.