Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísur, at føroyski innflutingurin fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vaks við 123 milliónum krónum, tá ið skip og flogfør ikki verða roknað uppí.
Innflutingurin frá januar til oktober var góðar 4,7 milliardir krónur, og tað eru trý prosent meira enn somu tíð í fjør.
Verða skip og flogfør roknað uppí, minkaði útflutningurin 12 prosent.










