Innflutningurin til Føroya setir met

Olja og Bensin er nógv dýrari, men eisini annar innflutningur hevur sett met

 

 

Teir fyrstu átta mánaðirnar í ár hevur innflutningurin til Føroya verið samfullar 5,7 milliardir krónur. Hetta er 8,4 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør og so nógv, sum vit hava innflutt í ár, hava vit ongantíð áður innflutt uppá átta mánaðir. Verða skip og flogfør ikki verða tikin við, er innflutningurjn vaksaður 11 prosent. 

 

Tað er Hagstovan, sum hevur gjørt støðuna upp og tey staðfesta, at oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast nøgdin av olju er minkað eitt sindur  hava vit innflutt olju fyro 827,9 milliónir frá januar til august í ár og tað eru 30 prosent meiri enn í sama tíðrskeiði í fjør.

 

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 686,6 milliónir og tað er ein vøkstur upp á 39 prosent.

 

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. Tann innflutningurin var1.252,4 milliónir og tað eru átta prosent meira enn átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

 

Einasta innflutningur, sum er minkaður, er innflutningurin til byggivinnuna, tí hann var 532,1 millión og tað eru 7,7 prosent minni enn í fjør.