Innflutningurin av maskinum og amboðum veksur, men innflutningurin av húsarhaldsvørum minkar.
Samlaði innflutningurin er nógv vaksin í ár samanborið við í fjør. Fyrstu sjey mánaðirnar hava vit innflutt fyri 1,2 miljardir krónur meira, men tað vóru skip og flogfør, sum áttu nógv tann størsta partin av vøkstrinum. Uttan skip og flogfør vaks innflutningurin 12% ella góðar 300 miljónir krónur.
Tað er vinnan, sum innflytur meir av tilfari og maskinum. Vit hava innflutt ein góðan fjórðing meir av tilfari til annan ídnað. Ein stórur partur av hesum er fiskaolja, sum verður nýtt í fóðurframleiðslu.
Av maskinum og amboðum er innflutt næstan ein triðingur meir í ár enn somu tíð í fjør. Ein orsøk til hetta kann vera, at føroyska vinnan hevur gjørt seg út til at taka ímóti einum størri parti av makrelinum í ár.
Í byggivinnuni er framvegis eingin vøkstur av týdningi at hóma, og sama er við innflutninginum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.
Vit hava innflutt umleið 6% meir av brennievni í nøgd, men orsakað av hægri prísi, er innfluttningsvirðið 16% hægri.
Tað er Hagstova Føroya, sum hevur hesi tøl um hendi.