Innflutningurin fyrstu 5 mánaðirnar í 2008 var 2.082 mió kr. Tað er 30 mió minni enn somu tíð síðsta ár, ein minking uppá 1%. Verða skip og flogfør ikki tikin við er innflutningurin 2.071 mió. móti 1.981 síðsta ár ella ein vøkstur á 5%.
Størsta vøksturin í innflutninginum síggja vit í innflutningi av brennievni. Í ár hava vit innflutt fyri yvir 400 mió. kr í brennievni og er tað góðar 60 mió. meir enn somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur uppá 18%.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutningi av ?maskinum og amboðum? og ?tilfarið til annan ídnað?, ávikavist 10 og 13 prosent.
Størsta minkingin er í bólkinum ?skip og flogfør?, har tað stórt sæð ikki er innflutt nakað í ár. Eisini er stór minking í innflutningi av landbúnaðarvørum og rávøru til fiskavirking.
Innflutningur til húsarhaldsnýtslu
Fyrstu 5 mánaðirnar í ár er innflutningurin til húsarhaldsnýtslu minkaður 3% samanborið við somu mánaðar í fjør. Árligi vøksturin kann roknast sum samlaði innflutningurin til húsarhaldsnýtslu seinastu 12 mánaðirnar samanborið við teir undanfarnu 12 mánaðirnar. Í mai mánaði í ár, er vøksturin uppgjørdur til 2%.
Seinastu 10 árini er innflutningurin til beinleiðis nýtslu hjá húsarhaldinum vaksin stútt. Frá 1998 til 2002 var árligi miðalvøksturin uml. 8%. Síðani steðgaði vøksturin eitt sindur á og árini 2003, 04 og 05 var miðalvøksturin 3%. Í 2006 var eitt ordans lop og innflutningurin vaks 15% og í 2007 vaks hann 7%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.