Innflutningurin minkaði 23 prosent

Innflutningurin minkaði 23% í apríl í ár samanborið við apríl í fjør

Innflutningurin í apríl mánað var 493 mió. kr. Tað er 143 mió. kr. minni enn sama mánað í fjør, tá ið innflutingurin var 637 milliónir krónur.

Ein partur av hesari minking, er tí vit innfluttu olju fyri 69 milliónir krónur minni enn í fjør. Um vit ikki telja skip og brennievni við, er minkingin 13%, skrivar Hagstovan.

##med2##