Ein fesk uppferð hjá Hagstovuni vísir, at fyrstu fimm mánaðirnar í ár, frá januar til mai, innfluttu vit fyri tilsamans 2.343 milliónir. Tað eru 344 milliónir minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið vit innfluttu fyri 2.687 milliónir.
Men tá eru skip og flogfør tikin við. Hvørja ferð, vit innflyta skip og flogfør ávirkar tað tølini rættiliga nógv, so tað verður ofta sett fyri seg.
Fyrstu finn mánaðirnar í fjør innfluttu vit skip og flogfør fyri 670 milliónir, men tað talið fall 62%, niður í 254 milliónir fyrstu fimm mánaðirnar í ár.
Verða skip og flogfør tikin burtur úr, innfluttu vit fyri tilsamans 2.088 milliónir fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað eru 71 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið vit innfluttu fyri 2.017 milliónir.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu verður viðhvørt brúkt sum barometur fyri gongdina í samfelagnum.
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vaks innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsvørur 28 milliónir, ella seks prosent, aftur ímóti í fjør.
Í ár var innflutningurin av slíkum vørum 522 milliónir krónur og í fyrstu fimm mánaðirnar í fjør var hann 495 milliónir. So treytað av, at talan ikki er um vanligan prísvøkstur, eru nýtslan hjá húsarhaldunum eisini kvinkað upp eftir.
Annars er innflutningurin til vinnuna minkað nógv. Innflutningurin til byggivinnuna er minkaður eitt prosent, innflutningurin til annan ídnað er minkaður 13 prosent og innflutningurin av maskinum og amboðum er minkaður 10 prosent.
Tað, sum serliga ávirkar innflurningin, er innflutningurin av brennievni. Innflutningurin av olju og øðrum brennievni, er vaksin 15 prosent, úr 469 milliónum í fjør, upp í 540 milliónir í ár. Samstundis er innflutningurin av bilum vaksin 30%, úr 79 milliónum fyrstu fimm mánaðirnar í fjør, til 103 milliónir í sama tíðarskeiði í ár.
Myndin er av loftbussinum hjá Atlantsflogi, sum hevði stóra ávirkan á innflutningin í fjør.









