Innflutningurin av bilum er vaksin enn meir

Innflutningurin av bilum er vaksin nógv seinastu árini og aftur í januar í ár, eru fleiri bilar innfluttir

Hesi seinastu árini, er innflutningurin av bilum nógv vaksin.

 

Men ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at eisini í januar í ár eru fleiri bilar innfluttir enn tað vóru í januar í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at í januar í ár, eru 143 bilar innfluttir til Føroya og tað eru 25 bilar fleiri enn í januar í fjør, tá ið 118 bilar vórðu innfluttir.

 

Tað er ein vøkstur á 21,19 prosent.

 

Tað er eyðvitað innflutningurin av persónbilum, sum er nógv størstur.

 

Í januar í ár vórðu 103 persónbilar innfluttir og tað eru seks bilar fleiri enn í januar í fjør, tá ið 97 bilar vórðu innfluttir.