Innflutningurin av brennievni er øktur við 40% Innflutningstølini til og við august mánað eru nú gjørd upp, og tey vísa at innflutningsvirðið er á leið tað sama sum í fjør. Samlað er innflutt fyri 3,4 mia. ella 2% minni enn síðsta ár. Í fjør innfluttu vit skip og flogfør fyri 205 mió. meðan talið í ár er 18 mió. Tað ger, at samlaði innflutningurin, um skip og flogfør ikki verða tikin við, er 4% størri enn í fjør.
Tað er framvegis brennievni, sum vísur størsta vøkstur í innflutningsvirði, meðan flestu av hinum vørunum vísa eina minking, skrivar Hagstovan.