Innflutningurin fyri fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,9 milliardir krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og tilfar til aðra framleiðslu.
Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.655,2 milliónir krónur fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023. Hetta er 463,6 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum, rávøra til fiskavirking, sum fyri tað mesta er feskur fiskur og ídnaðarfiskur. Har er innflutt fyri 174,5 milliónir krónur meira, sum er 26,2 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav og landbúnaðin sum fyri tað mesta er alifóður. Innflutningsvirðið er vaksið 140,2 milliónir krónur, ella 17,9 prosent.