Innflutningsvirði minkað 21% fyrstu 5 mánaðirnar

Innflutningurin fyrstu 5 mánaðirnar í ár er minkaður 21% í virði samanborið við somu mánaðir í fjør. Skipainnflutningurin vigar væl meir í ár, so um vit ikki telja skip við, er talan um eina minking uppá 30%.

Størsta minkingin er í innflutningi av akførum, har virði er 76% minni enn í fjør. Vinnulívið flytur væl minni inn av tilfarið. M.a. hevur byggivinnan innflutt fyri 42% minni av byggitilfarið.

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu hjá húsarhaldinum er minkaður 10% og hóast hetta ikki er eins stór minking, sum í onkrum av hinum vørubólkunum, er tað sjálvsamt at tað er so stór minking hjá húsarhaldunum. Her er tað serliga tær drúgvu nýtsluvørurnar sum verða valdar frá, meðan innflutningurin av matið, drekkivørum og øðrum ódrúgvum vørum heldur sær á nøkunlunda sama støði sum í fjør.

Vøkstur er í innflutningi av fóðri og rávøru til fóðurframleiðslu. Hetta munar tó ikki nógv í samlaða innflutninginum.

Minkingin er søguliga stór

Tá samanberast skal við undanfarin ár fæst ein betri mynd um vit ikki hava skip, flogfør og brennievni við.

Samanbera vit fyrstu 5 mánaðirnar av árinum aftur til 1988 sæst, at talan er um søguliga stóra minking. Ikki síðan fyrst í nítiárunum hava vit sæð eina so stóra minking í innflutningi.

Árini síðan 2005 vaks innflutningurin tó sera nógv, so innflutningsvirðið er nú komi niður aftur á støði frá 2005, skrivar Hagstovan.