Tað segði Jacob Vestergaard á landsfundi Fólkafloksins, sum verður sendur beinleiðis á heimasíðu floksins. Hann helt, at sambært kanningunum hjá Peturi Steintún, so sær gott út við toskastovninum eins og í 90-unum, tá hann rættiliga tók seg upp.
Um vit samanbera við aðrar skipanir uttan um okkum, so er okkara fiskidagaskipan hin besta, og áhugin fyri henni er vaksandi. Eg var í Skotlandi herfyri og greiddi frá og skal niður til Brússel í morgin at greiða Joe Ward, fiskimálakommiseri í ES frá føroysku skipanini, segði Jacob Vestergaard.
Vit hava sett krav fram um, at vit skulu hava størri part av makrelinum í samráðingunum við norðmenn. Vit noktaðu at skriva undir eina avtalu í heyst uttan so, at vit fáa eina munandi størri makrelkvotu enn vit hava nú, segði Jacob Vestergaard.
Hetta hevur so ført til at eingin avtala er um makrelin. Hann hevur ført fram mótvegis norðmonnum, at hóast ósemja er um eina avtalu, eigur hetta ikki at ganga út yvir aðrar avtalur eisini.
At enda segði fiskimálaráðharrin, at hann ætlar at fáa brúksskyldu inn í fiskiskipanina, og vónar eisini at fáa eitt kjak um umsetiligheitina.










