Inner Circle fer á pall í SMS

Um vikuskiftið fer navnframi bólkurin Inner Circle á pall í Suðuroy, men høvi verður eisini hjá fólk í miðstaðarøkinum at uppliva bólkin

Inner Circle gjørdi nógv um seg á hittlistunum seinast í 80’unum og fyrst í 90’unum. Kendastu hittini, Bad Boys (What’cha gonna do) og Sweat (A la la long) vóru útgivin í 1987 og í 1992, og vóru at hoyra í dansihølum um allan heimin.

 

Hjá fólki, sum ikki hava møguleika at fara suður til Tvøroyrar at uppliva bólkin leygardagin, ber til at fara niðan í SMS mánadagin. Tá verður enn eitt høvi at hoyra Inner Circle. Tá spæla teir á Torginum í SMS. Tann framførslan byrjar klokkan 17.