Inndandurakapping í Keypmannahavn

Eitt av afturvendandi tiltøkunum, sum útisetafelagið ÍF Føroyar skipar fyri, er árliga innandurakappingin, sum í ár verður spæld leygardagin 11. november.
ÍF Føroyar Cup 2006 verður hildin í Svanemøllehallen, og fyrstu dystirnir verða leiktir kl. 14.
Leikt verður á hondbóltsvølli, og kostnaðurin fyri hvørt liðið er 300 kr. Fýra leikarar eru á vøllinum í senn, og loyvt er at hava ein eykaleikara.
Tilmelding fer fram hjá Finn Mørk á telduposti: finn@fotboltur.dk. Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin.