Talið av meldaðum innbrotum í 1999 var 122 sambært ársfrágreiðingini hjá løgregluni. Verður hetta samanborið við 1998, er talan um ein vøkstur á 6,1 prosent.
Hinvegin fekk løgreglan í 1999 184 fráboðanir um annan stuldur, og er hetta eitt fall á 4,2 prosent, um samaborið verður við 1998.
Hóast vøksturin á 6,1 prosent í talinum av innbrotum frá 1998 til 1999, heldur løgreglan onga orsøk vera at stúra. Í ársfrágreiðingini fyri 1999 vísir løgreglan á, at samanborið við seinastu seks árini, er talið av meldaðum innbrotum framvegis lágt, hóast talið er vaksið eitt sindur tey seinastu fýra árini.
Løgreglan vísir á, at orsøkin til stóra vøksturin av innbrotum í 1999 er, at talan er um eina røð av brotsverkum, ið er framd av nøkrum ávísum brotsmonnum.
Talið av stuldri annars er fallið niður á tað lægsta síðani 1993.
Samlaða talið vaksið
Samlaða talið av innbrotum, stuldri og øðrum líknandi brotsverkum vaks frá 1998 til 1999 við 32,1 prosentum.
Løgreglan vísir tó á, at hóast munurin millum ymsu árini er viðhvørt er stórur, kann hetta tal tó metast at hava ligið á einum nøkulunda jøvnum støði tey seinastu fimm til seks árini.
Ársfrágreiðingin hjá løgregluni vísir í hesum sambandi á, ein eitt einstakt mál í 1999 var skrásett við 240 journalnumrum. Hetta hækkar munandi um talið av lógarbrotum í 1999.
Í 1999 vórðu skrásett 1.065 lógarbrot, og er hetta ein vøkstur á 5,6 prosent samanborið við 1998, tá talið var 1.008. Tó kann sigast, at veruliga talið av lógarbrotum í 1999 einans var 825. Talið 1.065 kom, eins og áður sagt, av, at eitt ávíst lógarbrot var skrásett við 240 journalnumrum. Tískil ber í roynd og veru til at vísa á eitt fall á 18,1 prosent í talinum av lógarbrotum frá 1998 til 1999.
Meginparturin herverk
Talið av meldaðum herverkum var í 1998 324. Hetta tal er 2,1 prosent lægri, enn talið fyri 1998. Í 1989 var talið av herverkum heilt uppi á 538.
Hóast talið av herverkum er fallið, vísir løgreglan á, at herverk framvegis telja 30 prosent av øllum meldaðum lógarbrotum í Føroyum.
Talið av fráboðanum um brúksstuldur er fallið seinastu 12 áini. Í 1999 vórðu skrásettar 43 fráboðanir um brúksstuldur. Hetta er eitt fall á 39,4 prosent samanborið við árið fyri. Men talið av brúksstuldri er enn ikki komið á eitt lægri støði, enn tað var í 1995.