Arbeiðarafeløgini høvdu eina mynd í bløðunum, av samgongulimum, sum vardu innbrotið hjá Karsten Hansen í Sev sáttmálanum. Handan myndin kemur at hanga á hvørjum húsaveggi til komandi løgtingsval. Hvørjar politiskar fylgjur hon fær veit eg ikki, tað við tíðin vísa. Myndin er ræðandi fyri Maskinmeistarafelagið, myndin er ræðandi fyri Starvsmannafelagið og tey feløg sum samstarva við Fíggjarmálastýrið. Myndin vísir greitt Maskinmeistarafelagnum, at teir eru ov lættin á tí politisku vektini. Tí er limaskapur ella samstarv við Starvsmannafelagið alneyðugt beinanvegin. Felagið eigur ikki at gera annan sáttmála við SEV. Fólkini eiga at fara til hús, blíva tey lønt eftir tí gamla sáttmálanum. Teir smáu stuðulsflokkarnir hjá fólkaflokkinum, kristiligi flokkur og sjálvstýrisflokkurin vóru einastu politisku flokkar, sum høvdu makt og møguleika at stoppa politiskari upp í blanding til sáttmálatrætuna. Innbrotið hjá fíggjarmálastýrinum í SEV sáttmálanum var umbiðið arbeiði frá arbeiðsgevarum. Hetta duga sjálvt búrhøsn at síggja. At Jenis av Rana og Kári Højgaard ikki vilja skilja hetta er harmiligt.










