Innbrot í Vági: Løgreglan hevur spor


 

Sunnunáttina vóru tvey innbrot framd í Vági hvørt eftir annað. Løgreglan heldur, at tað eru somu gerningsmenn, sum talan er um.

Eitt innbrot var í Shell-støðini á Bakka, har menn fóru avstað við 1.000 krónum. Hitt innbrotið var í krambúðini á Gørðunum. Har brutu teir seg inn gjøgnum hurðina í kjallaranum, og sluppu sær síðani uppá.

Gerningsmenninir hava leitað eftir peningi á skrivstovuni, men hava ikki funnið stórvegis at taka við sær, tí enn ber ikki til at staðfesta, um nakað er tikið. Eingin hevur verið í sjálvum handlinum.

Løgreglan í Suðuroy sigur, at hon hevur onkrar ábendingar at ganga eftir uttan at siga, hvat hesar innibera. Hon dugir hinvegin ikki at siga, um talan er um fleiri innbrotstjóvar ella ein einstakan.