Leygarkvøldið beint áðrenn midnátt fekk løgreglan í Havn boð um, at innbrot hevði verið umborð á Ennibergi, sum liggur á Tórshavnar Skipasmiðju.
Fimm dreingir um 14-15 ára aldur vóru handtiknir við stolnum lutum uppi á sær.
Tað vísti seg, at tveir av teimum høvdu verið umborð og tikið telduspøl og annað.
Dreingirnir verða tiknir inn til avhoyringar og sum vanligt er, kemur Barnaverndin eisini uppí málið