Innbrot í Suðuroyar Sparikassa

Tríggir menn brutu fríggjakvøldið inn í deildina hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn. Tveir menn eru tiknir, men tann triðji enn gongur leysur

 

Innbrot


Fríggjakvøldið klokkan 23.23 fekk løgreglan fráboðan um, at tríggir menn høvdu brotið seg inn í deildina hjá Suðuroyar Sparikassa í Niels Finsensgøtu í Havn.

Tvey eygnavitnir hava sæð menninar inni í hølunum hjá sparikassanum, og tey hava boðað løgregluni frá tilburðinum.

Løgreglan fekk beinanvegin hendur á tveimum teirra, men tann triðji gongur enn leysur. Tað skilst, at løgreglan veit, hvør maðurin er, og tí gongur neyvan rúm tíð, fyrr enn hann eisini er settur fastur.

Innbrotið var als ikki umhugsað, áðrenn tað varð framt. Eftir øllum at døma hava menninir verið ávirkaðir av rúsevnum ella rúsdrekka, og tá teir brutu seg inn í sparikassan hjá suðuroyingum í Havn.


Varðhaldsfongslaðir

Teir tveir menninir, ið eru 31 og 29 ára gamlir, eru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur, meðan løgreglan ger kanningararbeiði í sambandi við innbrotið. Tann triðji er um sama aldur.

Gerningsmenninir hava brotið seg ígjøgnum rútin í hurðini, sum er í gongini frá gongugøtuni. Vanliga eru rimar fyri um kvøldið, so fólk ikki sleppur inn í gongina, men hetta kvøldið vóru rimarnir ikki fyri.

Gerningsmenninir eru farnir væl um, tí einki herverk varð framt inni í hølunum. Sparikassin hevur nakað av peningi liggjandi inni, men hesin er væl tryggjaður í eini størri peningaboks.

Tann eini av innbrótarunum hevði nakað av hassji uppi á sær, og tí verður eisini ákæra reist fyri brot á narkológina.

Av kriminaldeildini verður sagt, at hetta innbrotið verður mett sum eitt hvørt annað innbrot.

Tá kanningararbeiðið er liðugt verður støða tikin til, um ákæra skal reisast móti monnunum, men lítil ivi er um, at teir verða revsaðir.