Í nátt hevur innbrot verið í einum stórum virkisbygningi í Hvalvík. Løgreglan sigur, at talan er um ein virkisbygning niðri á Havnarlagnum so hann er eitt sindur fjarskotin. Løgreglan sigur, at onkur hevur brotið inn og hevur framt herverk á ymiskt, sum var inni. Herverk er eisini framt á amboð, sum standa uttan fyri og tilsamans er talan um herverk fyri ein hampiliga stóra upphædd. Har er brotið frá hond, tí hetta er meiri umfatandi enn vanligt, sigur løgreglan
Løgreglan sigur, at tey eru í Hvalvík í morgun og kanna umstøðurnar og í hesum sambandi tryggja tey sær eisini ymisk teknisk prógv, sum kunnu hjálpa til í arbeiðnum at avdúka gerningsfólkið, ella gerningsfólkini.
Men løgregkan sigur eisini, at er tað onkur, sum hevur sæð okkurt illgrunasamt har um vegir, frætta tey fegin frá teimum.