Innbrot og herverk

-

Sunnudagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at innbrot hevði verið í pylsuvognin hjá Toru Tourist.

Pylsuvognurin stendur við Niels Finsensgøtu, beint við síðuna av skrivstovubygninginum hjá Toru Tourist.

Nær innbotið var framt, veit løgreglan ikki frá at siga, men ótangarnir hava vita hvat teir gjørdu, tí teir eru farnir niður í gjøgnum eitt vindeygað, sum er í takinum á pylsuvonginum.

Vakthavandi á støðini í Havn sigur, at eigararnir hava boðað frá, at 5 túsund krónur eru horvnar úr pylsuvogninum.

Sum støðan er í løtuni veit løgreglan ikki hvør hevur framt ógerðina, men teir kanna málið.


Herverk í Vágbotni

Um seks-tíðina sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at nakrir ótangar gingu og gjørdu seg inn á lyktapelarnar, sum standa fram við bátabrúgvunum í Vágsbotni yvir móti Skálatrøð.

? Teir gingu og sparkaðu inn móti pelunum, helst fyri at fáa perurnar at bresta, men tað eydnaðist ikki so væl hjá teimum, sigur vakthavandi.

Tað hevur eftir øllum at døma fingið øði í teir, tí ístaðin valdu ótangarnir at gera seg inn á nakrar bátar, sum liggja við bátabryggjurnar. Teir kvettu fanglínurnar á fimm bátum, sum tí lógu og sløgdust.

Vakthavandi á støðini sigur, at teir sendu ein bil á staðið, og dreingirnir fingu nøkur orð við sær á vegnum.

? Um so er, at onkur av bátaeigarunum meldar ógerðina, so taka vit í teir aftur, sigur vakthavandi