Um vikuskiftið hevur onkur brotið inn í Kioskina hjá Astu á Vaglinum í Havn. Tjóvarnir hava verið brotið ein rút og verið inn og tikið onkrar vørur.
– Tað er hent einaferð um vikuskiftið millum tann 19. klokkan 8 og fram til í gjár klokkan 15, sigur Rúni Vesturklett, vaktleiðari á politistøðini.
Eisini hevur verið innbrot í einum húsum í Havn. Ein durakarmur er brotin.
– Vit hava hava mistanka til onkran ávísan, sigur vaktleiðarin.
Tað, sum er stolið í húsinum er heilivágur.











