Innbrot í hjalli

Fríggjadagin varð løgreglan í Havn fráboðað, tí innbrot hevði verið í einum hjalli í Havn. Tjóvarnir vóru óbodnir farnir inn í hjallin og tóku tveir bøgir og eina rúgvu av brennivínsfløskum við sær. Gerningsmenninir eru ikki funnir, og enn hevur løgreglan ikki ferilin av, hvørjir teir eru.