Innbrot í Havn í nátt

Nakað fyri klokkan fimm í nátt sá ein persónur ein mann koma út úr Venjingarskúlanum, har hann hevði brotið inn og tikið telduútgerð.

Politiið var beinanvegin eftir manninum, sum varð koyrdur í brummuna. Í morgun er hann so avhoyrdur, og hann verður skuldsettur fytri innbrot og annað.

Rannsakað er eisini heima hjá manninum, men hildið verður ikki, at hann hevur brotið inn aðrastaðni.

Politiið sigur, at hesin 18 ára gamli maðurin hevur ein samsekan, sum kann vænta sær vitjan av politinum.