Innbrot í høllini á Hálsi

Hóskvøldið var eitt innbrot í skrivstovuna hjá hallarleiðaranum í ítróttarhøllini á Hálsi. Teldan hjá leiðaranum er burtur, og tað merkir, at hann hevur mist allar upplýsningar, avtalur og annað hjá høllini langt fram í tíðina

Leiðarin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn er í dýrastu neyð. Hóskvøldið breyt onkur inn á skrivstovuna hjá honum og fór avstað við telduni. Hetta merkir, at hann fær onki gjørt, tí á telduni lógu allar avtalur um eitt nú tiltøk og annað langt fram í tíðina.
? Hetta er ræðuligt, og eg fái onki gjørt, tí eg hava onki avrit av hesum nakra aðrastaðni, so eg eri fullkomuliga "lost", sigur hallarleiðarin. Og hann heitir so staðiliga á viðkomandi, sum hevur tikið telduna, um at koma aftur við henni. Og á foreldur um at hava eyguni eftir einari teldu, sum tey møguliga ikki kennast við.
? Vit mugu fáa telduna aftur, tí har liggja tiltøk inni, sum skulu vera nú og so langt sum 2 ár fram í tíðina, sigur ein forfardur hallarleiðari.
Hallarleiðarin skilir ikki, hví viðkomandi hevur tikið telduna. Onki annað varð tikið úr skrivstovuni hóskvøldið.