Innbrot á Giljanesi


 

Leygarnáttina varð brotið inn í ítróttarhøllina á Giljanesi í Vágunum. Gerningsmenninir hava brotið hurðina aftanfyri við einum stórum steini.

Síðani er teir farnir beinleiðis í kioskina í høllini. Har hava teir brotið ein rút og hava sloppið sær inn. Har var tó eingin peningur at taka, og tí fór tjóvurin tómhentur avstað aftur. Eingi tekin eru um, at nakað er tikið.

Umframt hetta innbrotið fekk løgreglan eisini fráboðan um stormskaðar sunnudagin, tá nógvur vindurin var.

Nakrar takplátur á bygninginum, har Miðvágs skúli og bygdarhúsið eru, loysnaðu. Sløkkiliðið varð boðsent og festi pláturnar aftur. Aðrir smáskaðar stóðust eisini av vindinum.