Innbrot í Bonus


 

Løgreglan í Runavík hevur havt nóg mikið at síggja til við innbrotum seinastu dagarnar. Leygarnáttina hevði onkur aftur verið uppá spæl. Tað var í kioskini Bonus á Glyrum. Gerningsmaðurin slapp inn ígjøgnum eina lúku, sum fyrr varð nýtt til at avgreiða viðskiftafólk.

Eingin peningur var í kassanum, men gerningsmaðurin hevur tikið fleiri kartong av sigarettum og aðrar handilsvørur.

Hesin er neyvan tann sami, sum framdi innbrotið í Keypssamtøkuni og í Litaval.