Innbrot í Barok

Fríggjanáttina hava óbodnir gestir brotið inn í diskotekið Barok í Klaksvík. Tjóvarnir brutu rútin í høvuðsinngongdini, sum vendir út ímóti vegnum og tóku tveir kassar av øli og átta fløskur av brennivíni.
Sjey fløskur og báðir kassarnir vóru tó funnir aftur við trappuna sunnanfyri Norðoya Apotek, sum liggur hinumegin vegin. Sostatt fingu tjóvarnir bert eina fløsku av brennivíni við sær. Løgreglan hevur onga ábending um, hvør gerningsmaðurin er.