Tá fólk møttu til arbeiðis á Apotekinum í SMS í morgun, varnaðust tey, at onkur var í kjallaranum.
Tað var tá fólk komu til arbeiðis beint undan klokkan hálvgum átta, at tey sóu, at onkur hevði brotið inn í apotekið. Innbrotsmaðurin var enn í kjallaranum, tá fólk komu til arbeiðis og tey hildu honum aftur til løgreglan kom á staðið.
Viðkomandi varð handtikin og settur í varðhaldi. Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur, at málið verður kannað nærri. Enn er ikki greitt, um maðurin skal varðhaldsfongslast. Maðurin skal avhoyrast seinni í dag.