Innbrot á Zarepta

Løgreglan ásannar, at óvanliga nógv innbrot eru framd seinastu tíðina.

Leygarnáttina hevur onkur brotið seg inn í leguhúsið á Zarepta og stolið nakað av peningi. Løgreglan vil ikki viðmerkja, hvussu stóra upphædd talan er um. Løgreglan hevur verið á staðnum og gjørt kanningar, og siga seg hava góð spor at fylgja í málinum.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini ásannar, at óvanliga nógv innbrot hava verið í seinastuni. Fyri tveimum vikum síðani var innbrot í leguhúsið í Nesvík, farna vikuskifti breyt onkur inn hjá Okkara á Velbastað og hetta vikuskift var tað so Zarepta á Vatnsoyrum, ið varð fyri skotum.

 

Øll trý støðini eru fjarskotin støð og hugsast kann, at talan er um somu innbrotstjóvar, ið ferðast runt, men av løgreglustøðini siga tey seg ikki hava gjørt sær nakra meining um, hvørt talan er um somu innbrotstjóvar ella um tríggjar einkultar hendingar. 

 

Løgreglan hevur tó gjørt kanningar á øllum trimum støðunum og sigur seg hava funnið góð spor, og vænta, at málini verða loyst skjótt.