Innbjóðingarnar tiknar aftur

Mærsk Air hevur boðið pressuni og øðrum til frumframførslu av filminum Barbara, men hevur tikið innbjóðingarnar aftur, eftir at Ferðaráð Føroya hevur vent sær til teirra

Danska flogfelagið Mærsk Air sendi mikudagin innbjóðingar til fólk, sum felagið fegið vildi bjóða til frumframførsluna av Barbaru.

Samstundis skuldi høvið verða at heilsa upp á fráfarandi og nýggja stjóra felagsins.

Innbjóðingin varð eisini send Ferðaráði Føroya, sum samskipar tiltøkini í samband við frumframførsluna í Norðurlandahúsinum og til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í mentamálum, sum er vertur fyri øllum tiltakinum.

Hetta helt Ferðaráðið vera ógvuliga óheppið og sendi stjóranum í Mærsk Air eitt telefax, har víst varð á, tað óhepnað í, at eitt einstakt felag skipar fyri egnum tiltøkum og knýtir Barbarutiltakið uppí.

Tíðindastjórin hjá Mærsk Air, Marita Petersen, váttar fyri Sosialinum, at Mærsk hevur fingið hetta telefaxið frá Ferðaráðnum. Samstundis sigur hon, at stjórin í Mærsk Air hevur sent ferðaráðnum svar, har hann sigur seg vera »..uforstående og skuffet over reaktionen fra Ferðaráð Føroya.«

Tað stutta av tí langa er, sigur Marita Petersen, at Mærsk Air hevur avlýst alt tiltakið í Føroyum.

Men hon sigur, at felagið kortini fer at bjóða danskari pressu at síggja filmin. Men tað verður so í eini biohøll í København.

Í brævinum, stjórin í Mærsk Air hevur sent ferðaráðnum, verður sagt, at Mærsk Air í København ikki hevur luttikið í nøkrum arbeiðsbólki, sum hevur viðgjørt ferðing til Føroya í samband við Barbaru, hóast tað verður sagt av ferðaráðnum. Men hann er vitandi um, at Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, hevur verið við.

Meira verður at frætta í blaðnum í morgin.