Nú er Høgni Hoydal desperatur.? ?Í einum lesarabrævi er hann harðliga ímóti, at lesandi føroyingar og grønlendingar í Danmark fáa ein skattafrádrátt á 71.000 kr., meðan filipinarar, kinverjar, belgiumenn og øll onnur útlendsk lesandi í Danmark eru skerd niður á 41.900 kr. í frádrátti.? ?Skil tað hann, ið skilja tað kann. Hetta er maðurin, sum sigur seg verja áhugamálini hjá føroyingum kring allan heim.? ?Tann rætta forsøgan?Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi roynir í lesarabrævi sínum at reingja veruleikan og – sum hann er vanur – at fremja eitt karaktermorð, hesuferð móti undirritaða.? ?Í stuttum er fakta í málinum hetta:? ?Danska stjórnin hevur tikið avgerð um, at tann generelli skattafrádrátturin til øll útlendsk lesandi í Danmark (formliga heitið er “Gæstestuderendefradrag”, sum í Føroyum hevur gingið undir navninum “Føroyafrádráttur”) skal skerjast úr 71.000 kr. árliga niður í 41.900 kr. árliga. ? ?Tað er ein erliga sak, at danska stjórnin vil skerja ein frádrátt til filipinarar, kinverjar, týskarar o.o.. Sum fólkatingsmaður úr Føroyum havi eg onga meining um hetta.? ?Hinvegin eri eg ímóti, at ein skerjing av “Gæstestuderendefradrag” skal raka føroyingar og grønlendingar. ? ?Tí havi eg gjørt eina týðandi semju við donsku stjórnina. Henda semja verður í næstum gjørd til lóg í Danmark. Semjan ber í sær, at ein nýggjur frádráddur skal setast inn í donsku álíkningarlógina. ? ?Hesin frádrátturin skal fevna um føroyingar og grønlendingar, sum lesa í Danmark, og hann skal bera í sær, at føroysk og grønlendsk lesandi skulu ikki í sama pott sum onnur sum kinverjar, týskarar, filipinarar o.o.? ?Frádrátturin, sum verður settur inn í álíkningarlógina, verður nevndur R-frádráttur (Ríkisfelagsskaps-frádráttur). Hví? Jú tí hann fevnir um føroyingar og grønlendingar, sum bert fáa henda frádrátt, tí Føroyar og Grønland eru við í Ríkisfelagsskapinum. Eitt náttúrligt og logiskt heiti.? ?Saman um tikið: Nýggi R-frádrátturin gevur lesandi føroyingum og grønlendingum munandi meira í skattafrádrátti, enn onnur fáa. Hví? Tì Ríkisskapurin gevur henda rætt.? ?Líktornið hjá Hoydal?At Høgni Hoydal úr Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi er ímóti, at lesandi úr Norðuratlantshavi fáa ein kontantan fyrimun í form av einum góðum skattafrádrátti, ? ?At hann eisini er ímóti, at R-frádrátturin eitur R-frádráttur, er eisini høvuðpínan hjá manninum sjálvum.? ?Hetta kann Høgni Hoydal berjast við inni við seg sjálvan og kanska fortelja teimum lesandi, tá hann hevur funnið uppá onkra forkláring. Ella burturforkláring.? ?Tað, sum helst nívir fólkatingsmannin hjá Tjóðveldi mest av øllum, er, at hann sær, hvussu væl Ríkisfelagsskapurin virkar. ? ?Ikki nokk við, at Ríkisfelagsskapurin hevur vart Føroyar og alla uppsparing hjá føroyingum í einari heimsfevnandi búskaparkreppu, sum eitt nú skræddi teppið undan Íslandi.? ?Nú fáa lesandi føroyingar í Danmark ein nýggjan kontantan fyrimun av Ríkisfelagsskapinum.? ?Innast inni?Hetta er ræðuligt hjá Høgni Hoydal. Hann plagar í berari misskiltari nationalismu at nevna Ríkisfelagsskapin eina “mytu”. Men nú fær hann annað at síggja. Nú dagar sannleikin fram, og tað fellur ikki í krammið hjá honum.? ?Tað er púra upp til fólkatingsmannin hjá Tjóðveldi at dæmonisera onnur og undirgrava arbeiði teirra. Hetta toli eg væl, tí vit vita øll, hvussu hann arbeiðir.? ?Hópin av fólki – ikki minst tey lesandi sjálvi – eru fegin um nýggja R-frádráttin.? ?Man ikki Høgni Hoydal onkunstaðni langt inni í sær sjálvum vera glaður fyri, at lesandi føroyingar í Danmark fáa betri fíggjarligar umstøður?? ?Tað mugu vit vóna.? ?Hann kann bara ikki siga tað alment.? ?
Edmund Joensen, ?Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin