Innarlig løta við songkvinnu og yogalærarinnu

Songkvinnan Lea Kampmaann og yoga-lærarinnan Sóleyð Ísaksdóttir Hermansen skipa fyri inniligari

Tíðindaskriv:

Kom heilt niður í (sein)ferð saman við yoga-lærarinnuni, Sóleyð Ísaksdóttir Hermansen, og songkvinnuni, Leu Kampmann.

Tær bjóða til eina innarliga løtu fullari av nærveru við bleytum rørslum og tónum.

Sóleyð leiðir okkum gjøgnum róligar yoga rørslur, sum bleytgera kroppin og sinnið, ímeðan Lea syngur sínar hjartanemandi sangir fyri okkum.

Innarliga løtan verður mánadagin 14. juli kl. 17.15-18.30 í Virknishøllini í Finsen. Te, nøtur og turkað frukt verður at fáa.

Melda til á salarfodi@gmail.com.