Innari vinnaraviljin ger mun

Tá Pál Joensen herfyri var á venjingarlegu saman við fleiri av heimsins bestu svimjarum, kláraði hann væl at fylgja við teimum, hóast hann í tí dagliga ikki hevur tær umstøður, hesir hava

Svimjing

Fyrst í hesum árinum vóru Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, í Potsdam í Týslandi á venjingarleguni, »Battle Training Camp«, sum fevndi um venjing í 12 dagar saman við harðastu svimjarunum úr Týsklandi, Australia, Italia, Spania og Suðurafrika. Hetta var fyrsta venjingarlegan í eini røð, ið ætlandi heldur fram í Russlandi og Suðurafrika.
– Hetta vóru dagar, ið góvu heilt ótrúliga nógv, tí talan var um óhugnaliga harða venjing í tvær vikur. Eg læri sera nógv hesar dagarnar, tá eg slapp at venja saman við øgiliga góðum svimjarum, teirra millum fleiri, ið eiga heimsmet, sigur Pál Joensen, ið tó ikki er vísur í, hvussu verður víðari við hesum venjingarlegunum fyri hansara viðkomandi.
– Nei, eg veit ikki við vissu, hvussu verður, tí vit hava ikki lagt endaligu ætlanina fyri árið, men møguliga verður farið til Australia. Sum 2010 sær út, verður talan um fleiri kappingar og færri venjingarlegur, enn í 2009, og í øllum førum vita vit, at slíkar venjingarlegur eru øgiliga tíðarkrevjandi, so nú fáa vit at síggja.

Klárar at fylgja við
Orsøkin til, at Pál fekk innbjóðing til hesa serliga hørðu venjingarleguna, vóru tey frálíku úrslitini, hann hevur fingið seinnu árini. Tað fortelur eitt sindur um, at tey eisini leggja til merkis úti í stóru verð, hvussu honum gongst. Men tey úrslit, hann hevur rokkið, eru so ikki rokkin við venjing undir somu umstøðum, sum mótstøðumenninir hava.
– Teir flestu vita, hvussu tað er hjá okkum, og venjararnir hildu, at tað var øgiliga flott av mær. Og hóast eg ikki í tí dagliga eri vanur við tær umstøður, hesir hava, so kláraði eg øgiliga væl at fylgja við teimum – ið hvussu er ta fyrru vikuna, sigur Pál, ið kortini ikki er tann, ið gremur seg um, at hann ikki hevur 50 metra hyl ella aðrar góðar umstøður til hjálpar í gerandisdegnum.
– Tá eg tosaði við hinar svimjararnar, so vistu teir eisini, at tað er tann innari vinnaraviljin, ið drívur verkið. Og hóast umstøðurnar hjá mær at venja ikki eru akkurát tær bestu, so er tað nóg mikið til, at eg kann fylgja nøkulunda við hinum.
Framvegis verður arbeitt fyri at fáa ein 50 metra hyl í Vági, men enn er langt á mál. Hinvegin fer tað óivað at gera góðan mun hjá Páli Joensen, at hann nú hevur fingið ein høvuðsstuðul, P/f Leif Mohr, sum lættir um gerandisdagin annars, so hann í 2010 kann fokusera meira upp á sjálva svimjingina, enn gjørligt hevur verið frammanundan.