Innara andstøðan

Kári á Rógvi, løgtingsmaður


Valstríðið er byrjað. Sjálvstýrisflokkurin hevur á landsfundi staðfest valevnalistan; nú er at brynjað seg og gevi fólki høvi at vraka bæði samgongu og hennara innaru andstøðu.


Í hesum tíðum er so vanligt kæra seg um kappingaravlaging. Róð verður framundir, at hesi og hasi misnýta sterku støðu sína á marknaðinum. Ofta er veruligi vansin heldur manglandi útboð.

Vit í andstøðu á tingi hava mangan kensluna av, at vit eru fyri kappingaravlagan. Síðstu vikuna hevur landsstýrið fingið sín mót-Poul, ið sigst bøna løgmann at enda svansinum; uttanríkisráðharrin ger afturfyri álop á hini fyri oyðsl; og javnaðarflokkurin í fíggjarnevndini brikslar afturímóti, at fólkaflokkurin kemur við ov stórum óproduktivum íløgum, ið fara at leggja hálva aðru milliard afturat skuldini. Og hetta var bara um vikuskiftið.

Vit, ið ganga har úti í minniluta, har grátur er og tannagrísl, mugu sjálvsagt rannsaka okkum sjálvi spyrja, hvørt vit gera ov lítið við at ákæra, spyrja og vera ímóti. Kanska er útboð okkara av andstøðu ov lítið? Ella kanska manglar meiri uppbyggiligt andstøðingavirksemi, alternativ, mótuppskot, aðrar ætlanir og frægari loysnir?

Men tankin kemur eisini fram, hvørt her er talan um kappingaravlagandi virksemi og vantandi kappingareftirlit. Tí, hvat er ringasta dømið um svans, ið Poul Michelsen kann nevna? Flytingin av Strandferðsluni til Suðuroyar. Hansara egni partamaður var smiðjumeistari í teirri ætlanini – og nú vil Poul hava samgonguslit, um slíkt endurtekur seg. Fólkaflokkurin bjóðar seg fram sum alternativ til fólkafloksins! Hvat er ringasta dømi um skuldarøking, ið Eyðgunn Samuelsen veit? Jú, “bæði Norð um Fjall og Sandoyartunnilin.” Hennara egnu floksfelagar hava samtykt báðar verkætlanir og játtað teimum pengar. Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram sum alternativ til javnaðarfloksins!


Pressa tey!

At arbeiða í føroysku miðlunum man kennast sera løgið. Hvussu sigur tú fólki frá lásamálinum, har javnaðarhøvdingin og krúnprinsur hansara fabrikera eina slatursøgu fyri at fáa okkurt hissini páskot til at skifta samgongu, har teir ofra politikkin fyri størv og sessir? Hvussu greinar tú, at javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin, ið hava spilt hvønn annan út seinasta mansaldurin kortini hava verið í samgongu frá 1974, frá 1990, frá 2004 og frá 2008? Hvussu skal tú siga lesarum frá, at tunnulin Norð um Fjall var feldur á tingi á vári 2008, men játtaður á heysti 2008, síðani samtyktur á vári 2009, men nú helst missir játtan á heysti 2009?

Ikki man vera nemt, og tí er lætt at skilja, at spurningar ikki verða settir teimum politikarum, ið nú eru í andstøðu til sínar egnu: álvaratos, hvat meinar tú við? Kanst tú bæði sita í leiðsluni í samgonguni og vera ímóti henni? Hvat við sum í Bretlandi at ‘resign on principle’ – taka seg aftur úr fremstu røð og fara á teir aftaru beinkirnar at orða okkurt alternativ, onkran annan politikk? Og hvussu kunnu tit øll fyrst atkvøða fyri fíggjarlóg 2009, ólavsøkupakka, verklagslógum osfr., sum hava svans, undirskot og skuldarøking sum fortreyt – og so nú koma ein eftir annan og mótmæla, forða og seinka øllum hesum avleiðingum av tykkara egnu samtyktum, so hvørt tær verða bornar niðan í tingið?

Fyri mín part má eg bert siga, at nú noyðist eg at taka meg um reiggj. Lætt er at missa hugin til orðaskiftis í Føroyum, men eftir hesa innleiðandi viðmerking um ta innaru andstøðuna og hennara minni enn heiðurligu roynd at vera sítt egna alternativ, fari eg næstu vikurnar at taka støði í valskrá sjálvstýrisfloksins og orða nøkur boð uppá veruliga øðrvísi politikk og annan valmøguleika.