Fótbóltur
Styrkislistin kring Skálafjørðin sær framvegis út, sum hann hevur gjørt tað seinastu árini. NSÍ er omaná, og B68 er undir.
Hetta varð enn eina ferð staðfest leygardagin, tá ið grannarnir hittust á Svangaskarði. NSÍ vann 2-0, og úrslitið var undirstriking av, at meðan Bill Jacobsen og toftamenn stríðast við at samanspæla nýtt lið, so hava teir í NSÍ støði í tí, sum í fjør bar fram til fyrsta FM heitið.
Heilt tað sama er tað tó ikki hjá NSÍ. Tórður Thomsen vísti seg aftur hesa ferð at vera dugnaligur nýggjur maður millum málstólparnar, og nýggi verjuspælarin og miðvallarin kunnu ivaleyst fara at vera við til at mynda gott lið. Hvussu tað er við broddinum hjá nýggja manninum í fremstu ódnini er framvegis meiri ivasamt. Dejan hevði fínan møguleika í 8. minutti, men skotið var blokerað
Ikki minst orsaka av hesum veruleikanum kemur tað væl við, at Jónhard Frederiksberg nú hevur funnið máltevið aftur, sum hann hevði á Skála, men sum hann ongantíð rættuliga fann í fjør.
Jónhard Frederiksberg setti hol á, tá ið 1. hálvleikur var knappliga hálvrunnin. Hjalgrím Elttør sendi horna innfyri, og mitt fyri málinum var Jónhard leysur og hevði tískil ongar trupulleikar við at fáa mál.
-Vlada Filipovic var heilt týðuliga hildin av Jónhardi, og tí átti dómarin at havt bríkslað fyri frísparki, men tað gjørdi hann ikki, iðra teir seg um í toftaleguni.
B68 hevði ikki marginalirnar við sær fyrstu løtuna. Teir høvdu fríska lotið undan, og fleiri ferðir vóru teir framvið. Næst við at fáa mál var Jacob Bymar, tá ið hann av brotsteigarmarkinum smekkaði til, men bólturin brast í stólpan, og so var leikluturin hjá danska álopsspælaranum lítil, tí miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist hann at fara skaddur av vøllinum. Unglingaspælarin André Olsen loysti hann av.
Spælið var ikki altíð so væl skipað, og í 2. hálvleiki var NSÍ leingi omaná. Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, men talan var um stóran intensitet, og so leingi, sum munurin bara var eitt mál, var spenningurin stórur.
B68 vildi fegið hava stig, og tí sleptu toftamenn alt meiri í verjuni. Tað lá í luftini, at eitt mál fór at koma afturat, og tað fekk NSÍ, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Aftur hesa ferð var talan um deyðbóltsstøðu.
Einar Hansen legði fríspark innfyri úr høgru, Vlada Filipovic royndi at boksa bóltin burtur, men bólturin fór ikki longri burtur, enn at Hjalgrím Elttør fekk tamarhald á, og eftir at hava sneitt eitt sindur smekkaði hann til av brotsteigarmarkinum. Bólturin sang í netmeskunum, og harvið var tað greitt, at øll stigini skuldu vera við í viðførinum inn um Rókina. Innanmenn høvdu fingið fult og eru við í toppstríðnum, og uttanmenn bíða framvegis eftir fyrsta stignum.