Hondbóltur
Á næst seinasta aðalfundi vórðu kappingarreglurnar í hondbólti broyttar nakað. Ein munur eftir hetta varð, at tað nú eru innanhýsis uppgerðirnar, sum verða roknaðar fyrst, um tað stendur á jøvnum millum tvey lið í stigum.
Og tað kann væl gerast støðan, tá øll liðini í Sunset-deildini hava spælt sínar 20 dystir. Sum er, so hava Neistin og VB eins nógv stig á øðrum plássi.
Eitt hugsað scenario er í øllum førum, at Neistin tapir á útivølli móti Stjørnuni, men vinnur hinar dystirnar móti VB, Kyndli og StÍF. Um VB tá vinnu sínar dystir móti StÍF, VÍF og Kyndli, so hava bæði liðini 26 stig.
Og tað kann væl vera, at VB tá hevur betra málmunin, men tann parturin telur ikki tað stóra. Í hugsaðu støðuni hevur Neistin nevnliga vunnið tríggjar av fýra dystum móti VB, og tí eru tær tá framman fyri í dystinum um rættin til at spæla FM-finalu móti Stjørnuni.