POLITIKKUR
Tað er synd at siga, at tað hevur verið gott veður hjá samgonguni, síðani hon tók við broyttari manning, eftir drúgvar samráðingar eftir løgtingsvalið. Tingið hevur líka verið saman fyri at velja formann og nevndir, men annars hevur nýggja tingið enn ikki verið saman, men hevur verið í summarfrí. Á ólavsøku byrjar nýggj tingseta, og tá verður eisini løgmansrøðan á skránni, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, fer at halda. Í salinum verður øll samgongan ? eisini Tórbjørn Jacobsen, sum hevur verið spírin til hetta nýkomna stríðið, sum hevur stungið seg upp.
Tey flestu kenna søguna, so vit endurtaka hana ikki meira enn neyðugt. Í skrivandi stund er støðan tann, at Fólkaflokkurin hevur sent Tjóðveldisflokkurin enn eitt skriv, har funnist verður at úttalilsunum hjá Tórbirni Jacobsen um løgmann og Jørgen Niclasen, landsstýrismann.
?Vit samdust um at fara til Tjóðveldisflokkin, tí vit kunnu ikki góðtaka hesar ákærurnar og svarið, vit fingu. Ákærurnar kunnu ikki blíva hangandi, sigur Óli Breckmann, formaður fyri tingbólk Fólkafloksins.
Halda fram
Óli Breckmann sigur, at teir eisini hava sent á eina skrivliga áheitan til Tjóðveldisflokkin um at taka fat um tann ? sum hann kallar tað - leiðslutrupulleiki í Tjóðveldisflokkin, sum er vorðin ein trupulleiki fyri samgonguna.
Tá vit spyrja Óli Breckmann, um hann Fólkaflokkurin nú angrar, at hann fór í hesa samgonguna, svarar hann:
?Vit eru farnir í eina samgongu fyri at kunna halda fram í einum konstruktivum samstarvi á sjálvstýrisleið. Vil Tjóðveldisflokkurin ikki hava hesa samgonguna, so skulu teir bara halda fram við at tíggja sær, sum tær hava gjørt, so heldur hon skjótt uppat. Ein sovorðið samstarv forbjóðar seg sjálvt, sigur Óli Breckmann.
Hann sigur, at teir hava ongan sum helst iva um, at Tjóðveldisflokkurin er sinnaður til hetta samstarvið og er til reiðar, at gera tað, ið skal til fyri at tryggja samstarvið. Hann leggur afturat, at løgmaður og flokkurin ikki kunnu liva við støðuni, sum hon er nú.
Ótolandi
Òli Breckmann roynir ikki at skava útyvir, at hann heldur ógvuliga lítið, um atburðin hjá Tórbirni Jacobsen í løtuni.
Óli Breckmann heldur tað hava stóran týdning, at samgongan finnur stevið aftur beinanvegin, nú ólavsøkan eisini nærkast.
?Tað er fullkomiliga burturvið, at løgmaður skal fara at stevna einum vanligum tingmanni. Tað ber als ikki til, at liva í einari samgongu, har ein sovorðin brølandi løva setur dagsskránna, sigur Òli Breckmann.