Innanhýsistrupulleikar í Innheintingarøkinum á Toll- og Skattstovu Føroya
Starvsmannafelagið hevur í skrivum til aðalstjórar o.o. upplýst, at trupulleikar eru á Innheintingarøkinum á Toll- og Skattstovu Føroya, og at starvsfólkini eru ónøgd við leiðaran í Innheintingarøkinum. Leiðslan á Toll- og Skattstovu Føroya, og at starvsfólkini eru ónøgd við leiðaran í Innheintingarøkinum. Leiðslan á Toll- og Skattstovu Føroya hava, saman við leiðaranum í Innheintingarøkinum, fleiri ferðir biðið um at fáa heilt neyvt upplýst, hvørjir trupulleikar talan er um, men Starvsmannafelagið hevur ikki ønt aftur. Heldur hevur Starvsmannafelagið sent skriv og frágreiðingar út til aðalstjórar o.o., sum eru leysliga orðaðar, og sum ikki vísa á, hvørjir trupulleikarnir eru. Tað seinasta, sum er sent út av Starvsmannafelagnum, er eitt tíðindaskriv, har víst verður á, at trupulleikarnir standast av samanleggingini í mai 1998.
Toll- og Skattstova Føroya skal við hesum vísa á, at málið snýr seg heilt einfalt um tað sum fór fram fríggjadagin 19. nov. 1999 nevniliga hetta; at hóast leiðslan sýtti, so góvu álitisfólkini starvsfeløgum sínum boð um at rýma av arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini.
At álitisfólkini ganga á odda við at fremja brot á sáttmála og setanarviðurskiftini er sera álvarsligt, tí ein av teirra uppgávum er at ansa eftir, at sáttmálin verður hildin.
Leiðslan á Toll- og Skattstovu Føroya hevur fleiri ferðir yvir fyri Starvsmannafelagnum víst á, at talan er um innanhýsis trupulleikar á stovninum. Hóast hetta fer Starvsmannafelagið inn í málið, men hevur ikki á nakran hátt víst á, hvørjar reglur í sáttmálanum ikki verða hildnar. Hinvegin so sýnist Starvsmannafelagið at koyra ein hetz móti einum av deildarleiðarunum á Toll- og Skattstovu Føroya.
Fundur var millum Fíggjarmálastýrið, lønardeildina, leiðsluna fyri Toll- og Skattstovu Føroya og Starvsmannafelagið í dag kl. 16.00. Á fundinum kom onki fram um, hvørjir trupulleikar talan er um, so enn stendur leiðslan á Toll- og Skattstovu Føroya spyrjandi um hvørjir trupulleikar talan er um, og enn hevur hvørki starvsfólki ella Starvsmannafelagið víst neyvt á hvørjir trupulleikarnir eru.
Sum áður er sagt Starvsmannafelagnum frá, er leiðslan á Toll- og Skattstovu Føroya, saman við leiðaranum í Innheintingarøkinum til reiðar at tosa við starvsfólkini, tá tey eru komin aftur til arbeiðis.
Tórshavn 29. nov. 1999
Vinarliga Toll- og
Skattstova Føroya
Óli Heinesen










